Føroyar fáa nýggja pantskipan

Nýggj pantskipanin verður sett í verk í heyst.

Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá fólki, at sleppa av við øll pantíløt á sama stað, soleiðis at so nógv íløt sum gjørligt koma inn aftur til endurvinning og endurnýtslu. Talan er um eina nýggja og burðardygga skipan, sum fer at hava stóran samfelagsligan og umhvørvisligan týdning.

101081-Yvirlit_web.png (2)

Pant er endurvinning

Tá tú letur pant innaftur, ert tú við til at tryggja, at tilfarið verður endurvunnið og brúkt av nýggjum. Tú sparir bæði orku og rávørur og ger mun fyri umhvørvið.

Gott fyri umhvørið

Tá tú pantar, hjálpir tú at minka um dálking og verjir náttúruna. Minni burturkast endar í náttúruni, og vit ansa upp á jørðina, vit liva á.

Minni burturkast

Pantskipanin ger tað lætt at lata íløt fara aftur í skipanina í staðin fyri at enda sum rusk. Tí minni burturkast vit hava, tess reinari verður okkara umhvørvið.

Tilfeingi í ringrás

Tá íløt verða endurnýtt, heldur enn brend – vera tey partur av einari ringrás. Tilfarið verður savnað, viðgjørt og brúkt aftur og aftur. Hetta kalla vit ringbúskapur.

IRFpant_v1_Nýggj skipan.png

Nýggj landsfevnandi pantskipan

Nýggja skipanin hevur við sær, at IRF fer at heinta øll pantíløt frá handlum í Føroyum og skilja og viðgera tey í høllini í Sandavági. Við nýggju skipanini verður farið frá einari skipan, har hvør innflytari hevur ábyrgd av sínum pantíløtum, til eina einfalda og landsfevnandi skipan.

Í byrjanini verður pant á teimum íløtum, sum vit kenna í dag, men við tíðini kemur helst pant á onnur einnýtis- og endurnýtsluíløt úr plasti, glasi og aluminium.

Tað er Umhvørvismálaráðið, sum hevur heitt á IRF um at umsita pantskipanina og harvið tryggja, at íløt verða savnað inn, flokkað og send víðari til endurvinning og endurnýtslu.

Pant er endurvinning

Tá ið tú pantar eina fløsku ella dós úr endurnýttum tilfari, heldur enn at framleiða eina heilt nýggja, gert tú nakað gott fyri umhvørvið. Hetta er tí, at framleiðsla úr endurnýstlu nýtir 95 prosent minni orku enn framleiðsla úr nýggjum, óbrúktum tilfari.

Dósir eru gjørdar úr aluminium, og fyri at framleiða eitt kilo av aluminium má ein fyritøka virka fýra kilo av serligum gróti (bauksitt) úr jørðini. Tað er ikki neyðugt, tá ið framleitt verður úr endurnýstlu tilfari. Tí er endurnýstla sera gott fyri umhvørvið.

Í 2024 samtykti Føroya Løgting eina nýggja pantskipan í Føroyum. Síðan hevur Umhvørvismálaráðið heitt á IRF um at umsita pantskipanina og harvið tryggja, at íløt verða savnað inn, flokkað og send víðari til endurvinning og endurnýtslu. Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá fólki, at sleppa av við øll pantíløt á sama stað, soleiðis at so nógv íløt sum gjørligt koma inn aftur til endurvinning og endurnýtslu. Talan er um eina nýggja og burðardygga skipan, sum fer at hava stóran samfelagsligan og umhvørvisligan týdning fyri Føroyar.