
Fyri sølustøð
SKYLDUR
Skyldur hjá sølustøðum
Hesi eru høvuðskrøvini til sølustøð, sum selja vørur við panti. Móttøkuskyldan kann tó vera ymisk eftir slag av sølustaði:
Skráset teg
í pantskipanina hjá PANT.
Skulu taka ímóti øllum íløtum,
sum pant er á.
Útgjald av panti
til kundan.
Skilja tilfarið
eftir vegleiðing frá PANT.
Minst 8 tímar um vikuna
skal tað vera møguligt at lata pantíløt inn, í minst ein tíma hvørja ferð.
Móttøkutíðir og pantvirði skulu síggjast
Móttøkutíðirnar skulu vera sjónligar. Pantvirðið skal koma fram á prísskeltum, kvittanum og rokningum og í vørulýsingum.
KVITTAN
Pant á kvittan
Pantið kann standa á einari egnari reglu á kvittanini ella vera roknað upp í vøruprísin. Tað týdningarmesta er, at kundin greitt sær, hvussu nógv pant er á vøruni.
HANDILIN
Sodavatn 33 cl
12,00
Pant
2,00*
Sodavatn 1,5 l
24,00
Pant
4,00*
ÍALT
42,00
Pant á egnari reglu
HANDILIN
Sodavatn 33 cl
14,00
íroknað pant á 2,00*
Sodavatn 1,5 l
28,00
íroknað pant á 4,00*
ÍALT
42,00
Pant í vørulinjuni
MÓTTØKA
Soleiðis tekur tú ímóti pantíløtum
1
Kanna ílatið
Er tað tómt og í góðum standi?
2
Einki burturkast
Brotið glas og annað burturkast má ikki koyrast í pantposarnar.
3
Ivast tú?
Skanna strikukotuna við PANT-appini og sí beinanvegin, um pant er á ílatinum.
Pantposar
Pant verður eisini lagt á pantposarnar. Tú fært pantið aftur, tá ið posarnir verða latnir PANT.
Posar og strips kunnu bíleggjast frá PANT.
PANTPOSI
1
Plastfløskur og dósir
PANTPOSI
2
Glasfløskur

PLAKAT
Røtt skiljing tryggjar rætta avrokning
Hong kunningarplakatina upp, so starvsfólkini kenna mannagongdirnar. PANT útvegar plakatir, og tú kanst eisini taka tær niður her.
FYRI SKRÁSETT SØLUSTØÐ
Innsavning og avrokning
Innsavning
PANT heintar pantposar og samantrýst tilfar hjá skrásettum sølustøðum eftir føstum innsavningarrutum, vanliga eina ferð um vikuna. Ruturnar verða lagaðar til og eftirmettar eftir tørvi.
Er tørvur á eyka heinting, ber til at umbiða hetta umvegis sjálvgreiðsluna.
Kostar einki
Avrokning av pantposum
PANT telur íløtini í øllum pantposunum. Strikukoturnar skulu kunna lesast maskinelt. Eftir uppteljingina verður avroknað, og sølustaðið fær:
- pantvirðið
- 15 oyru í handfaringargjaldi fyri hvørt ílat
- pantið fyri posarnar aftur
Avrokning frá fløskuautomat, sum komprimerar íløtini
Avroknað verður eftir upplýsingum frá fløskuautomatini sambært avtalu millum PANT, sølustaðið og veitara av fløskuautomatini. Upplýsingarnar verða dagførdar hvønn dag.
Avrokning
Í sjálvgreiðsluni sært tú avrokningina fyri hvørja avheinting og fløskuautomat.
Eyka
Avheinting
ella eyka posar
Er tørvur á eyka avheinting ella manglar tær posar og strips, ber til at bíleggja umvegis sjálvgreiðsluna.
KOM ÍGONGD
Soleiðis kemur tú ígongd
Áðrenn tú byrjar
- Fyrireika roknskapar- og kassaskipanina
- Avger, um móttøkuskyldan skal flytast til annað móttøkustað
- Avger, hvør skal hava atgongd til sjálvgreiðsluna
PANT hjálpir tær við
- Skráseting
- Innsavningarrutum
- Posum og strips
- Vegleiðing um skiljing