Pantíløt á skiljibandi

Fyri sølustøð

SKYLDUR

Skyldur hjá sølustøðum

Hesi eru høvuðskrøvini til sølustøð, sum selja vørur við panti. Móttøkuskyldan kann tó vera ymisk eftir slag av sølustaði:

Skráset teg

í pantskipanina hjá PANT.

Skulu taka ímóti øllum íløtum,

sum pant er á.

Útgjald av panti

til kundan.

Skilja tilfarið

eftir vegleiðing frá PANT.

Minst 8 tímar um vikuna

skal tað vera møguligt at lata pantíløt inn, í minst ein tíma hvørja ferð.

Móttøkutíðir og pantvirði skulu síggjast

Móttøkutíðirnar skulu vera sjónligar. Pantvirðið skal koma fram á prísskeltum, kvittanum og rokningum og í vørulýsingum.

KVITTAN

Pant á kvittan

Pantið kann standa á einari egnari reglu á kvittanini ella vera roknað upp í vøruprísin. Tað týdningarmesta er, at kundin greitt sær, hvussu nógv pant er á vøruni.

HANDILIN

Sodavatn 33 cl

12,00

Pant

2,00*

Sodavatn 1,5 l

24,00

Pant

4,00*

ÍALT

42,00

Pant á egnari reglu

HANDILIN

Sodavatn 33 cl

14,00

íroknað pant á 2,00*

Sodavatn 1,5 l

28,00

íroknað pant á 4,00*

ÍALT

42,00

Pant í vørulinjuni

MÓTTØKA

Soleiðis tekur tú ímóti pantíløtum

1

Kanna ílatið

Er tað tómt og í góðum standi?

2

Einki burturkast

Brotið glas og annað burturkast má ikki koyrast í pantposarnar.

3

Ivast tú?

Skanna strikukotuna við PANT-appini og sí beinanvegin, um pant er á ílatinum.

Pantposar

Pant verður eisini lagt á pantposarnar. Tú fært pantið aftur, tá ið posarnir verða latnir PANT.

Posar og strips kunnu bíleggjast frá PANT.

PANTPOSI

1

Stór pantfløska
Lítil pantfløska
Kunningarplakat um hvørji íløt hava pant og hvussu tey verða sorterað

PLAKAT

Røtt skiljing tryggjar rætta avrokning

Hong kunningarplakatina upp, so starvsfólkini kenna mannagongdirnar. PANT útvegar plakatir, og tú kanst eisini taka tær niður her.

FYRI SKRÁSETT SØLUSTØÐ

Innsavning og avrokning

Innsavning

PANT heintar pantposar og samantrýst tilfar hjá skrásettum sølustøðum eftir føstum innsavningarrutum, vanliga eina ferð um vikuna. Ruturnar verða lagaðar til og eftirmettar eftir tørvi.

Er tørvur á eyka heinting, ber til at umbiða hetta umvegis sjálvgreiðsluna.

Kostar einki

Avrokning av pantposum

PANT telur íløtini í øllum pantposunum. Strikukoturnar skulu kunna lesast maskinelt. Eftir uppteljingina verður avroknað, og sølustaðið fær:

  • pantvirðið
  • 15 oyru í handfaringargjaldi fyri hvørt ílat
  • pantið fyri posarnar aftur

Avrokning frá fløskuautomat, sum komprimerar íløtini

Avroknað verður eftir upplýsingum frá fløskuautomatini sambært avtalu millum PANT, sølustaðið og veitara av fløskuautomatini. Upplýsingarnar verða dagførdar hvønn dag.

Avrokning

Í sjálvgreiðsluni sært tú avrokningina fyri hvørja avheinting og fløskuautomat.

Eyka

Avheinting

ella eyka posar

Er tørvur á eyka avheinting ella manglar tær posar og strips, ber til at bíleggja umvegis sjálvgreiðsluna.

KOM ÍGONGD

Soleiðis kemur tú ígongd

Áðrenn tú byrjar

  • Fyrireika roknskapar- og kassaskipanina
  • Avger, um móttøkuskyldan skal flytast til annað móttøkustað
  • Avger, hvør skal hava atgongd til sjálvgreiðsluna

PANT hjálpir tær við

  • Skráseting
  • Innsavningarrutum
  • Posum og strips
  • Vegleiðing um skiljing