Soleiðis riggar skipanin

SUM ÁÐUR, MEN BETRI

Hvat broytist?

Tú keypir, drekkur og letur ílatið inn aftur – eins og áður. Munurin er, at nú verður ein felags pantskipan fyri skrásett drykkjuíløt.

ÁÐUR

Áður var kundin í stóran mun bundin at handlinum, har ílatið varð keypt.

NÚ

Tú kanst lata skrásett pantíløt inn, har tú plagar – uttan mun til, hvar tey eru keypt.

SOLEIÐIS RIGGAR SKIPANIN

Frá hillini og aftur í ringrásina

1

Framleiðari ella innflytari

setur vøruna á marknaðin.

→

2

Sølustaðið

selur vøruna til kundan.

→

3

Kundin

letur tóma ílatið inn aftur á einum pantstaði.

→

4

PANT

skipar fyri innsavning og fyri, at íløt verða endurvunnin ella endurnýtt.

Hvar kann eg panta?

Tú skalt ikki longur fara við tómum ølfløskum einastaðni og sodavatnsfløskum aðrastaðni.

Nú kanst tú lata allar fløskur og dósir, sum pant er á, inn á einum og sama stað.

Tilfeingi í ringrás

Ein pantskipan fyri allar Føroyar

Endurvinning

Lættari at lata pant inn

Umhvørvi

Umhvørvið og brúkarin fyrst

LÆTT AT MINNAST

Útgjaldið er deilt
í tveir bólkar.

50 cl ella minni

2kr.

Lítil pantfløska

4kr.

Stór pantfløska

Hesum er pant á

Nýggja pantskipanin fer eisini at fevna um fløskur undan djúsi, smoothies, proteindrykkjum uttan mjólk og likørum.

Sodavatn, vatn og øl
Djús
Saft
Likørar/sirupur
Vín
Brennivín
Smoothies uttan mjólk
Proteindrykkir uttan mjólk

Hesum er einki pant á

Fløskur, dósir og onnur íløt uttan pant kunnu eisini latast til endurvinning, so tilfarið kann fáa nýtt lív.

Mjólkarpakkar
Djús úr pappi
Smoothies við mjólk
Proteindrykkir við mjólk
Meira enn 3 litrar
Sápudunkar
Matoljur
Glaskrukkur
Ýmist brotið

Er pant á?

Við PANT-appini kanst tú skanna strikukotuna og beinanvegin síggja, um pant er á ílatinum.

PANT appin á telefon

Ofta spurdir spurningar

Nær byrjar nýggja pantskipanin?

Nýggja føroyska pantskipanin byrjar 1. desember 2026.

Kann eg panta alt?

 Pantskipanin fevnir um skrásett drykkjuíløt úr plasti, glasi og metali, sum rúma frá 15 cl til og við 3 litrar. Talan kann eitt nú vera um íløt undan sodavatni, vatni, øli, djúsi, saft, siroppi, víni, brennivíni, smoothies og proteindrykkjum uttan mjólk.

Íløt, sum ikki eru skrásett í pantskipanini, og íløt, har strikukotan ikki kann lesast, geva ikki pant. Nógv teirra kunnu tó latast til endurvinningar. Við PANT-appini kanst tú kanna, um pant er á ílatinum.

Hvussu nógv fái eg í pant?

Pantvirðið verður ásett eftir støddini á ílatinum.
Íløt, sum rúma 50 cl ella minni, geva 2 krónur í panti.
Íløt, sum rúma meira enn 50 cl, geva 4 krónur.

Ber til at panta íløt við skaða?

Fløskur og dósir skulu vera heilskapaðar, og etikettin við strikukotuni skal sita á, so skannarin ella pantautomatin kann kenna íløtini aftur og lesa strikukotuna. Íløt, har strikukotan ikki kann lesast, geva einki pant.

Hvar kann eg lata pant inn?

Tú kanst lata pantíløt inn, har tú plagar. Á kortinum omanfyri sært tú skrásettar pantstøðir kring landið.

Gev gætur: Føroyskir framleiðarar hava bert skyldu at taka ímóti sínum egnu íløtum.

Hvat geri eg, um strikukotan ikki kann lesast?

Vend ílatinum, so strikukotan vendir móti lesaranum. Kanna eisini, at ílatið ikki er kroyst, og at strikukotan er turr og lesilig. Riggar tað framvegis ikki, kanst tú biðja starvsfólkið á pantstaðnum um hjálp.

FINN PANTSTØÐ

Pantstøðir kring landið

Lat pantíløtini inn á einum stað – sama hvar tey eru keypt.